Sum 90-ára føðignardagurin

Somu fólk tosa um tað sama fyri 10.ferð á rað

Hetta er sum at vera til 90-ára føðingardagin

Soleiðis helt Aksel V. Johannesd, løgmaður, fyri, tá ið hann fyrstu ferð fekk orðið á fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld.

-Somu fólk tosa um tað sama uttan at nakað hendir, segði hann.

 

Hann legði tó afturat, at nú má okkurt henda tí 1.januar 2018 nærkast vð fullari ferð.

Høllin er fullsett í Klaksvík og tað eru tey bæði Óluva Zachariassen og Jón Brian Hvidfeldt, joyurnalistar, sum leiða kjakið.

 

Ein bólkur er settur at arbeiða við nýskipanini og formaðurin, Johnny í Grótinum, segði, at fyrsti fundurin verður mánadagin 29. februar.

Pallborðið var spurt um, hvat tey halda um uppskotið, sum í løtuni er í vinnunevndini í Løgtinginum um eina uppboðssøluroynd.

Ikki óvæntað tók samgongan undir við tí, meðan andstøðan var ímóti

 

Jenis av Rana, Miðflokkurin segði tó, at teir fara at taka undir við uppskotinum um tað vísir seg, at tað snýr seg um eina royndaruppboðssølu við 10 til 20 prosentum.

 

Men sjálvandi vldst um, hvussu uppskotið sær út, tá ið tað kemur aftur úr vinnunevndini, segði Jenis av Rana.