Hóast Rokkurin einans er 17 metrar høgur, heldur fitt av fugli til á honum, skrivar Havstovan. Sambært Havstovuni bygdu súlur 28 reiður á Rokkinum, men øll fórust í eini ódn. Fyrstu ferð, súlureiður vóru skrásett á Rokkinum, var í 1992, tá eitt reiður við eggi varð funnið.
Havstovan skrivar, at hóast súlur javnan reiðrast á Rokkinum, eru útlitini fyri, at ungi skal koma undan, smá, við tað, at Rokkurin einans er 17 metrar høgur. Annars halda bæði havhestur, rita og lomvigi til á Rokkinum.
Havstovan skrivar, at súlustovnurin í norðuratlantshavi er væl fyri og hevur verið í støðugum vøkstri síðani miðskeiðis í farnu øld.
- Orsøkin, til at súlurnar klára seg so væl, er, at tær m.a. liva av seiði, svartkjafti, sild og makreli, sum nógv er til av. Harafturat fáa tær slógv o.a. frá fiskiførum umframt fisk, sum kemur upp við trolinum. Eisini í Føroyum trívist súlan væl, hóast hon framvegis bert eigur í Mykineshólmi, Flatadrangi og í Píkarsdrangi, umframt eini fimm pør, sum eiga á Mykinesi.
Seinast súlur vóru taldar í Føroyum, í 1995, áttu 2340 pør her, og Havstovan ætlar at endurtaka hesa teljing aftur í summar.










