Sukur - við máta

Tað eru nógvir óskjalprógvaðir pástandir um, at sukur er ónatúrligt og skaðiligt fyri alt møguligt. Teir flestu av hesum pástandum eru skeivir.

Formurin av tilsettum sukri sum vit oftast brúka, er sukrosa, íð er eitt sukurevni, íð er til í stórum nøgdum í náttúruni, og sum undir sodningini verður niðurbroti til glukosu (fruktsukur) og fruktosu (drúvusukur). Tað virkar sum orkukelda í kroppinum. Sukur er tí heilt natúrligt.

Trupulleikin við sukri er, at tað ofta er í mat- og drykkjuvørum, íð ikki metta so væl pr. kaloriu, og sum ikki samstundis innihalda vitaminir, mineralir og tægrir (fibur.

Tað eru nógvar góðar grundir til at minka um sukurnýtsluna, um hon er høg, men tað er eingin grund til at blíva fanatiskur og heilt at skýggja sukur. Tað kann tvørturímóti vera óhent, av tí, at tá íð vit forbjóða okkum sjálvum nakað, sum vit hava hug til, so veksur trongdin til tað ofta.

Tað hevur eisini verið nógv frammi, at ein kann gerast bundin at sukri, eftir at ein kanning vísti, at mýs heldur vildu hava sukurvatn enn kokain. Men kanska vildu tær heldur hava nakað, íð innihelt føðsluevni, framum nakað í ikki innihelt nakað? Um tú hevur eina stóra nýtslu av søtmeti, kaku, sodavatni ella sjokolátu, kann tað eisini vera talan um ein ringan vana, íð tú kann arbeiða við at broyta.


Góðar grundir til at lata vera við at eta ov nógv sukur:


• Tað eru tómar kaloriur. Tilsett sukur er í mat- og drykkjuvørum (t.d. søtmeti og sodavatn), íð ikki innihalda onnur føðsluevni enn kolhydratir sum sukur

• Tað fitar. Sukur er ofta í orkutøttum matvørum (t.d. søtmeti og sjokolátu) ella flótandi (t.d. sodavatn) og bæði metta ikki væl pr. kaloriu (tvs. tað virkar fitandi)

• Tað hevur við sær æðrakálking. Sukur økir serliga um triglyceridini, men tað kann eisini økja um tað ”ónda” LDL-kolesterolið, og bæði økja um vandan fyri æðrakálking


Tú kann gott njóta sukur í hóskandi nøgdum viðhvørt uttan at taka skaða av tí. Tað er ein spurningur um javnvág. Ov nógv tilsett sukur er skilgreinað sum meiri enn 10% av tí samlaða orkutørvinum. Um tín orkutørvur t.d. er 2.200 kcal pr. dag, so eiga í mesta lagi 220 kcal at koma frá tilsettum sukri. Sukur inniheldur 4 kcal pr. gram. Tað svarar til 55 g av sukri um dagin.