Súkkla til Paris at stuðla børnum við krabbameini

Hesir 35 føroyingarnir fara at súkkla til París at savna til frama fyri føroysk børn við krabbameini og familjur teirra.

Í summar fara 35 føroyingar ta longu leiðina at súkkla heilt til Eiffeltornið í París.

 

Talan er um eitt vælgerandi tiltak við tí endamáli at savna inn pening til føroysk børn við krabbameini, og familjur teirra.

 

Føroyska súkkluliðið verður eitt av mongum liðum í Team Rynkeby, sum byrjaði sum eitt einstakt tiltak, men sum nú er vaksið til at umfata 1200 súkklarar á 26 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Avstralia.

 

Endamálið við tiltakinum er at súkkla til París einaferð um árið og at fáa stuðlar at stuðla sendingini fíggjarliga.

 

Peningurin, sum kemur inn í sambandi við súklingina hjá Team Rynkeby Føroyar, fer til at stuðla gransking í samband við krabbamein hjá børnum, og til at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra.

 

Í krabbameinsfelagnum, sum fyllir 35 ár í ár, siga tey, at áhugin fyri at sleppa við á Team Rynkeby súkkluliðið er sera stórur í Føroyum og hinum londunum.

 

- Av tí at talið á plássum er avmarkað, er kappingini hørð. Øll kunnu søkja um at sleppa á liðið, sum verður samansett so fjølbroytt, sum til ber, bæði í samband við royndir hjá súkklarum, kyni, starvi og bakgrund annars.

 

 

Tey, sum manna føroyska súkkluliðið í ár, eru:

Aksel Haraldsen, Alfred Hummeland, Elin Guðjónson, Elin Michelsen, Elmar Ósá, Eyðtór J. Joensen, Finn Danberg, Gudmundur Gudmundsson, Guðrun Jacobsen, Gunnar Mohr, Hákun Steingrímsson, Hanna Thorleifsson, Hans Falkvard Hansen, Hans Waag, Heini R. Djurhuus, Helena á Løgmansbø, Jan Gardar, Jancy Gaardlykke, Jonhard Joensen, Kaj Leo Holm Johannesen, Leivur Holm, Magnus Magnussen, Malena Sivertsen, Marjun Poulsen, Niels Mortensen, Per Kallsberg, Poul Michelsen. Rógvi Róin, Sigrun Mikkelsen, Sjúrður Skaale, Sólfríða Helmsdal, Sverri Mohr Edvinsson, Tórvør Østerø Vang, Tróndur Arge og Tummas Joensen.

 

Umframt sjálvar súkklararnar, er eisini eitt lið hjá hjálparfólki og ein stýrisbólkur, men summi av teimum súkkla eisini.

 

Á myndini síggjast nakrir av súkklarunum, saman við Jákupi N. Olsen, formanni í Krabbameinsfelagnum, sum er mitt í myndini.