Vælskaptu songkvinnurnar siga við The Sun, at tær ætla sær ongantíð at missa sítt skap, og kundu ikki droymt um at gingið so nógv upp í kostin. Heldur vamlast tær við hesar alt ov klønu damurnar.
Heidi Grange greiðir frá, at tá hon vitjaði eitt sjúkrahús í farnu viku, kom ein mamma til hennara og bað um autograf til sína 13 ára gomlu dóttur, ið var innløgd við anoreksia.
- Hetta er ikki veruligt, tað fara at vera stórir flokkar av ungum gentum, ið vilja sleppa at kroysta seg niður í pinkulítil klæði, fyri at líkjast hesum Hollywood stjørnunum. Tað er syrgiligt, sigur Heidi.