Suffía Olsen úr Havn er Ársins Fyrstuhjálpari 2021.
Tað kunngjørdi Reyði Krossur á samkomu seinnapartin í dag.
Suffía Olsen fekk heiðurin fyri at hava veitt lívbjargandi fyrstuhjálp til pápan, til sjúkrabilur kom á staðið.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya Deild, lýsti hendingina, sum unga kvinnan úr Havn varð heiðrað fyri.
Hann segði, at tá pápi hennara brádliga fekk hjartasteðg við døgurðaborðið, veitti Suffía Olsen honum lívbjargandi fyrstuhjálp.
- Meðan mamman og yngra systirin ringdu 112, var Suffía Olsen skjót at fremja lívbjargandi fyrstuhjálp, til sjúkrabilur kom á staðið.
Hann segði, at unga kvinnan bjargaði pápa sínum, sum í dag eingi varandi mein hevur av hendingini.
In.fo fer at venda aftur til tiltakið hjá Reyða Krossi Føroya.
##med2##