Nú verður prísurin fyri at sigla ígjøgnum Suez-veitina settur niður. Fleiri reiðarí hava seinastu tíðina sent síni skip suður um Afrika fyri at spara pengar Seinastu tíðina hava fleiri stór reiðarí - eitt nú Maersk - latið skip hjá sær sigla suður um Afrika á leiðini millum Europa og Fjareystur.
Orsøkin hevur verið, at tað hevur verið so dýrt at sigla í gjøgnum Suez-veitina, sum kann stytta munandi um farleiðina.
Reiðaríni hava spart pengar við at sigla suður um Afrika,nú prísurin á brennievni er lágur.
Men sambært blaðnum Lloyds List er ætlanin, at prísurin fyri at sigla ígjøgnum Suez-veitina nú skal lækka. Eisini verður prísurin fyri sigling gjøgnum Panama-kanalina lækkaður.
Eitt bingjuskip skal í løtuni gjalda slakar 4 milliónir krónur fyri at sleppa ígjøgnum Suez-veitina.