Suðuroyingur megnaði tað, sum fótbólturin ikki hevur megnað í Suðuroyggini – at hava eitt felagslið, sum oyggin kundi standa saman um. Og væl hevur gingið. Fyrsta árið, Suðuroyingur róði, vann hann Jóansøkuróðurin á egnari borg, og í fjør vann báturin Norðoyastevnuróðurin á borgini hjá Klaksvíkingi. Men nú er líkt til, at vakri myrkagrøni báturin ikki rør í summar.
- Tað er við tungum hjarta, at Suðuroyingur ikki verður mannaður. Vit høvdu eina manning við 6-7 føstum monnum og umleið fimm avloysarum. Onkur skuldi rógva tvær stevnur, aðrir skuldu rógva fleiri. Men tað datt á gólvið fyri tveimum vikum síðani, tá tað frættist, at hvørki Havnarbáturin ella Vestmenningur vóru mannaðir alíkavæl, sigur Bjarni Hammer. Hann hevur verið bátsformaður á Suðuroyingi, síðan báturin varð flotaður fyri tveimum árum síðani.
Hann leggur afturat, at tað ikki ber til at manna ein bát við einans fýra føstum rógvarum. Hóast tað er komið undan kavi, at Havnarbáturin verður mannaður við ungum rógvarum, verður Suðuroyingur ikki mannaður hóast alt.
- Eg vænti, at tað er ov seint nú, sigur Bjarni Hammer.
Hóast Suðuroyingur ikki rør, verða kappróðrarfeløgini í Suðuroynni umboðað í summar. Bjarni greiður frá, hvussu tað stendur til at manna bátarnar í Frobiar Sóknar Róðrarfelag, sum hevur heimstað á Tvøroyri.
- Tvørabáturin er mannaður við fýra rógvarum, sum róðu við Tvørabátinum í fjør. Tveir heilt nýggir rógvarar eru komnir afturat. Annars eru tvær barnamanningar – ein smágentu og ein smádreingjamanning, sum skulu rógva við Firvaldi.
Í Vági hevur Vágs Kappróðrarfelag tvær manningar. Seksmannafarið Smyril er mannaður við somu manning, sum róði við dreingjamanningini á Royndini Fríðu í fjør. Eisini er fimmannafarið Royndin Fríða mannað við kvinnum. Formaður felagsins, Sjúrður Djurhuus sigur, at málsetningurin hjá báðum manningum er at vera við í oddinum.