Tað hava verið ring líkindi í dag og í kvøld við nógvum vindi og nógvum avfalli. Og klokkan gott seks í kvøld, tá ið jólastákanin var í hæddini, hendi tað, sum næstan ikki mátti henda ein slíkan dag, og tað var, at suðuroyingar mistu streymin
SEV sigur, at nógvur vindur, vátakavi og klaki á linjunum hevði við sær, at linjan ímillum Vág og tvøroyri sló saman og viðførdi, at streymurin fór. Helst hava tey fingið sveittan fram nógvastaðni, men Men tey bóru skjótt at hjá SEV og longu klokkan 18.30 var streymurin aftur, so hann var bara burtur í slakar 20 minuttir.
Og beint nú er eitt brek á streymveitingini norðan fyri, so, í hvussu so er, ein partur av Eysturoynni, hevur mist streymin. Men arbeitt verður upp á at fáa tað í rættlag.