Suðuroyartunnilin nærri enn nakrantíð

Innan stutta tíð vita vit øll hvussu tann verkætlanin verður skipað og framd, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Innan stutta tíð, so verður tað alment hvussu øll verkætlanin sær út, frá teknisku loysnini til fíggjarliga partin, skrivar Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, á sínum vanga á fecebook.

 

Landsstýrismaðurin skrivar soeliðis:

 

Í fleiri ár hevur tað verið púra greitt, at eitt fast samband millum Suðuroynna og restina av Føroyum er heilt avgerandi fyri framtíðina hjá Suðuroynni og fyri framhaldandi menning av Føroyum.

 

Arbeiðið við at fyrireika Suðuroyartunnilin hevur nú verið upp í ferð í meiri enn eitt ár. Innan stutta tíð, so verður tað alment hvussu øll verkætlanin sær út, frá teknisku loysnini til fíggjarliga partin. Og greitt er, at Suðuroyartunnilin hevur ongantíð verið nærri enn nú.

 

Gongdin í fólkatalinum, skeiklanin í aldurs- og kynssamansetingini, manglandi atgongd til restina av arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, lægri tænastustøðið enn restina av landinum, avskorin frá felags tiltøkum og felags skipanum, og nú eisini frá at verða partur av Oyggjaleikum - eru alt orsøkir til at neyðugt er við føstum sambandi. Hetta er øllum greitt.

 

Og fasta sambandi fer at koma - og innan stutta tíð, vita okur øll, hvussu tann verkætlanin verður skipað og framd.

 

Samstundis er eisini neyðugt at tryggja siglandi Suðuroyarleiðina, meðan okur bíða eftir at koyrandi er millum Suðuroynna og restina av Føroyum - og eisini har verður arbeitt við loysnum.

 

Nei, Suðuroyggin liggur ikki illa fyri - hon liggur júst har hon skal. Okkara landspolitiska uppgáva er at knýta Suðuroynna saman við restina av Føroyum - og tað uppgávuna fara okur sjálvandi eisini at fremja.