Suðuroyartunnilin 5,4 milliardir krónur - sigur hvør?

SIGUR HVØR? - var ein av standard spurningunum, tá okur fóru undir at fyrireika at byggja Páls Høll í 2010 - og eg siti eitt sindur við somu kenslu, nú sagt verður, at Suðuroyartunnilin fer at kosta 5,4 milliardir krónur + 700 mió. kr. í vegagerð, SIGUR HVØR?

 

Ein long søga í stuttum

 

Eftir ótrúliga úrslitið hjá Pál Joensen til EM í Ungarn í august 2010 varð gongd sett á eitt (positivt meint) "svakt projekt" í Vági => at byggja ein langhyl - ja, ein 50 m. svimjihyl í Vági.

 

Frá bara at gera ein stóran bygning við einum stórum hyli, bleiv tað til stóran bygning við síðubygningi og øllum øguligum hentleikum, sum okur eru so von við í dag. Ein bygningur á tilsamans 2.250 fermetrar.

 

Aftur og aftur møttu okur serfrøðingum av ymiskum slagi, sum bedýraðu at ein svimjihylur kundi ikki byggjast fyri minni enn 35-37.000 kr. fermeturin. -Og við 2.250 fermetrum, so var skjótt at rokna út, at okur fóru at enda uppi á eini 80 mió. kr. í byggikostnaði í smb. við Páls Høll.

 

SIGUR HVØR? spurdu okur aftur og aftur. Eina ferð kom eitt svar um, at tað stóð í dagførdu prís og byggivegleiðingini úr Danmark, at hatta var prísurin.

 

Sjálvandi tóku okur ikki tað fyri fult. Fóru í gongd við hollari ráðgeving og vegleiðing frá lokalum byggimeistarum, føroyskum verkfrøðingum og arkitekti - og tá samanumkom kostaði Páls Høll 22,5 mió. kr., ella umleið 25% av tí, sum manualurin úr Danmark vildi verða við.

 

Hvat hevur hetta við Suðuroyartunnilin at gera?

 

Undirsjóvartunlar í Føroyum eru higartil bygdir eftir norskum standardi og við norskum trygdarkrøvum. Í stuttum merkir hetta, at er undirsjóvartunnilin longri enn 10 km., við meiri enn 4000 bilum um døgnið, ella við halli størri enn eitt vist, so skulu tað serlig trygdarkrøv til - eins og Kristian Stórhamar (ein av okkara fremstu og royndastu serfrøðingum innan undirsjóvartunlar) greiddi so væl frá í Miðnámsskúlanum í Suðuroy í 2019 - so er sambært norskum standardi krav um rýmingarvegir fyri hvørjar 500 m. og merkir hetta oftast ein paralell-tunnil, ella tvey tunnilsrør og harvið dupultur kostnaður.

 

Suðuroyartunnilin verður sannlíkt um 25 km til longdar (um inntakið Sandoyarmegin verður norðanfyri Sands bygd) - og við norskum standardi sum útgangspunkt, so setur hetta eyka-krøv til trygdina - sambært norskum standardi sannlíkt tvey tunnils-rør.

 

MEN um trygdarspurningurin verður viðgjørdur í einum føroyskum høpi - eitt tilmælið, sum Kristian Stórhamar eisini kom við á heysti í 2019 – so eigur at verða gjørd eina váða-greining (risiko-analysu) við útgangsstøðið í føroyska samfelagnum.

 

Í Føroyum eru tað umleið 54.000 fólk og 40.000 akfør og vegasamband er ikki til Evropeiska meginlandið. Norra hevur hinvegin vegasamband til so at siga alt Evropa (750+ mió. fólk) og eru trygdarkrøvini í Norra uttan iva tillagaði hesum – har allir váðar eru tiknir við (t.d. at eitt óvanliga stórt tal av bilum kunnu koyra til norsku tunlarnir – eisini gamlir (vandamiklir) lastbilar úr Eystur-Evropa os.fr.).

 

Men hvørjir eru størsti váðarnir í samband við trygdina í Suðuroyartunlinum, er tað t.d.:

 

- at tað ikki mugu verða fleiri enn eitt ávíst tal av bilum í tunlinum í senn? (so ber til at stýra hesum)

 

- at ferðin ikki má verða hægri enn t.d. 70 km/t fyri at minka um váðan? (so ber til at stýra hesum)

 

- at tunga ferðslan kann skapa trupulleikar? (so ber til at stýra hesum við at tunga ferðslan koyrir t.d. um náttina)

 

- og so framvegis...

 

Lat okkum fáa gjørt eina føroyska váða-greining í smb. við Suðuroyartunnilin. Tá okur vita hvørjir størstu váðarnir eru, so ber til at greina hvørt tað ber til at gera skipanir, sum taka hædd fyri hesum váðum.

 

Váða-greiningin ger av hvussu Suðuroyartunnilin skal síggja út - og tískil eisini avgerandi fyri hvat hvør km. kostar.

 

At gera eina meting og so leggja 50% afturat fyri at leggja uppfyri ljóðar næstan sum svarið frá arkitektinum sum slóð upp í donsku prísvegleiðingini fyri svimjihylar og segði: “35-37.000 kr. fermeturin, soleiðis er tað bara!”.

 

Eysturoyar- og Sandoyartunnlar kosta umleið 138 mió. kr. pr. km. Mett verður, at Suðuroyartunnilin fer at kosta 216 mió. kr. pr. km. - SIGUR HVØR?

 

Nú farast skal undir størstu verkætlan í Føroya søgu – lat okkum so eisini fyrihalda okkum til allar tættir í verkætlanini og ikki “bara” keypa vegleiðingar og leiðbeinarar uttan úr heimi – okur hava hóast alt skikkaði fólk, sum hava skil fyri undirsjóvartunlum og skil fyri trygd.