Suðuroyarsiglingin hjá Norrønu byrjar í morgin

Í morgin verður Smyril lagdur og Norrøna tekur yvir við suðuroyarsiglingini

 

So er tað í morgin, týsdagin 21. Januar, at suðuroyarsiglingin við Norrønu, byrjar.

 

Í hesum sambandi verður ferðaætlanin í Suðuroyarsiglingini eitt sindur broytt.

 

Smyril siglir av Krambatanga til Havnar klokkan sjey í morgin árini, sum hann plagar.

 

Men so tekur Norrøna yvir og hon siglur av Havnini til Vágs klokkan13 og av aftur Vági klokkan 16.

 

Og seinasti túrurin í morgin er so, tá í Norrøna siglur av aftur Havnini klokkan 19 í annaðkvøld.

 

Norrøna fer at sigla tveir túrar um dagin aftur og fram, men í Suðuroy fer hon bara at sigla á Vág.

 

Hvønn gerandisdag fer hon fyrsta túr úr Vági klokkan sjey á morgni og hon siglur seinasta túr suður klokkan 19.

 

Annars eru túrarnir mitt á degi, og um vikuskiftini,lagaðir eitt sindur til.

 

Tað tekur Norrønu tveir og ein hálvan tíma at sigla ímillum.

 

Smyril Line fer at skipa fyri fleiri tiltøkum umborð ímeðan Norrøna er í Suðuroy.

 

Fyrsta tiltakið verður longu nú, fríggjakvøldið, tá ið almennur føroyskur dansur verður umborð á Norrönu ímeðan hon liggur í Vági.

 

Tað verður eisini harmonikutónleikur umborð hetta kvøldið, har tað er ókeypis at koma umborð og somuleiðis verður matstovan opin.

 

Myndina tók Erik Christensen seinast, Norrøna røkti suðuroyarsiglingina, tað var fyri einum ári síðani.