Suðuroyarsiglingin hjá Norrønu byrjar 21. januar

Smyril fer í dokk at skifta motor tann 21. januar og verður sostatt tikin úr sigling í upp til tríggjar vikur

Tað er nú endaliga greitt, at tað verður Norrøna, sum skal røkja siglingina hjá Strandferðsluni ímillum Havnina og Suðuory, tá ið Smyril fer í dokk at skifta motor.

 

Strandferðslan og Smyril Line hava skrivað undir sáttmála og Conrad Gaard Joensen,  rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni sigur, at pusslispælið við Norrønu, avloysaraskipið til Norrønu og dokkingini, gekk soleiðis upp, at Norrøna byrjar upp á suðuroyarsiglingina tann 21. Januar og skal sigla í tríggjar vikur.

 

Siglt verður ímillum Havnina og Vág og ferðaætlanin verður áleið tann sama sum hon var, seinasta Norrøna sigldi fyri Smyril í februar í ár.


Tað merkir, at Norrøna fer at sigla tveir túrar um dagin ímillum Havnina og Vág.

 

Størsta broytingin verður leygardag, tá ið Norrøna byrjar siglingin úr Vági klokkan 8.30 ístaðin, sum nú er, har siglingin leygardagin byrjar klokkan sjey á morgni.

 

Tó verður siglingstíðin hvønn túr eitt korter longri hesa ferð fyri at spara olju og sostatt er hvør túrur ímillum Havnina og Vág settur at vara tveir og ein hálvan tíma.

 

Smyril hevur fýra motorar, men í summar fór tann eini so illa, at hann skal skiftast og tað er hetta arbeiðið, sum skal gerast síðst í januar.

 

Myndina av Norrønu á veg inn eftir Vágsfirði, hevur Erik Christensen tikið.