Suðuroyarliðini fulla úrtøku

Bæði TB og FC Suðuroy vunnu í 2. umfari

 

Í næstbestu fótbóltsdeildini vóru tríggir dystir leygardagin, og tveir vera í morgin.

 

TB hevði vitjan av 07 Vestur, og tað gekk væl hjá heimaliðnum, sum vann tryggan 3-0 sigur. Inntil tað restaðu tíggju minuttir reið um snarið, og heimaliðið var frammanfyri 1-0. Men so skoraði Ragnar Tausen tvær ferðir fyri TB.

 

Hjá FC Suðuroy sá eingi einki i Klaksvík. Ísak Simonsen, sum í dag var á næstbesta KÍ liðnum, setti hol á fyri heimaliðið stutt eftir steðgin. Tá so FC Suðuroy eina løtu seinni misti ein mann, var heimaliðið favorittur Men FC Suðuroy reisti seg. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir javnaði Heri Kjærbo, og í evstu løtu skoraði Búi Egilsson sigursmálið fyri FC Suðuroy.

 

Við Løkin í Runavík legði Meinhard Olsen í handavend NSÍ framum 2-0, og inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná. So vendi tað, og í síðstu løtu skoraði Magnus Jarnskor sigursmálið fyri Víking, sum vann 4-3.

 

mynd: tb.fo