- Nú er bara endaspurturin eftir, tí at 19. nov fara vit fyrstu ferð á pall við Suðuroyarkabarettini 2023 í SALT, frættast frá Suðuroyar Sjónleikarafelag.
- Hesi seinastu kvøldini hava vit vant nógv og leingi fyri at fáa alt uppá pláss. Vit eru sera heppin, at hava fingið dugnaliga Jákup Veyhe suður at leikstjórna. Vit hava tað stuttligt og vit læra eina rúgvu, siga tey í sjónleikarafelagnum í Suðuroynni.
Tað liggur nógv arbeiðið aftanfyri eina tíllíka kabarett.
- Vit hava arbeitt nú í nakrar mánaðir við at skriva og tann seinasta mánaðin at venja sketsjurnar sum eru skrivaðar. Aftur hesaferð verður nógv gjørt burturúr. Vit hava millum annað okkara kabarett-tónleikabólk við. Sjónleikur og tónleikur kann bara nakað heilt serligt saman.
Suðuroyar Sjónleikarafelag er eitt ungt felag, men eitt sera virkið felag.
- Vit elska at spæla sjónleik, og sakna spæla og fólkini í felagnum tá vit ikki eru ígongd. Vit fegnast eisini um, at tað koma nýggj fólki til felagið. Vit hava ein deiliga blandaðan hóp av fólki. Aldurin liggur millum 18 – 55 ár. Ein blandingur av nýggjum og royndum leikarum og vit leggja stóran dent á at felagið er fyri alla oynna. Vit hava eisini fleiri fólk sum hjálpa til á ymsan hátt. Tey eru eisini ein týdningamikil partur av sjónleika toyminum. Vit vóna, at fólk fara at taka væl ímóti kabarettini og vit gleða okkum sera nógv til frumframsýninga sunnukvøldið sum er útseld, frættiast frá Suðuroyar Sjónleikarafelag.
Nøkur atgongumerki eru eftir til sýningina 23. nov. og sølan er inni á SALT.fo.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##