Tað, ið leingi hevur tykst óhugsandi, er nú blivið veruleiki. Suðuroyarfeløgini, FC Suðuroy og TB, hava valt at leggja feløgini saman frá komandi kappingárið av. Hetta stendur at lesa í tíðindaskrivi, sum feløgini hava sent til Miðlahúsið. Orsøkin sigst at vera allar teir eyka pengarnar, sum fremstu feløgini, ið leika seg út í Evropa at spæla, fáa.
- Okur tíma ikki, at smærri feløgini verða útsett fyri mismuni av altjóða fótbólssamgonguni longur. Tí leggja vit feløgini saman, so at okkara fólkagrundalag verður betri, og vit eisini kunnu leika okkum út í heim at spæla. Felagskensluna hava okur skúgvað til viks, tí at tað eru pengar, ið hava alt at siga í fótbólti í dag, stendur m.a. at lesa í tíðindaskrivinum frá Suðuroyarfeløgunum.
Nærri kunning um samanleggingina verður at hoyra, tá ið feløgini hava tíðindafund í TB-húsinum í kvøld klokkan 23:59, hin 1. apríl. Samanleggingin fellur ikki í góða jørð hjá nógvum tvøráfólki og vágbingum, og tí verður stór mótmælisgonga í sambandi við tíðindafundin.