Suðuroyar Sparikassi størri avlop og útlánsvøkstur

Suðuroyar Sparikassi hevði fyrra hálvár 2013 eitt avlop uppá 1,672 milliónir krónur samanborið við 479.000 krónur í 2012.

- Henda framgongd stavar í stóran mun frá minking í útreiðslunum og lægri niðurskrivingum, sigur Sparikassin í tíðindaskrivi

Útreiðslurnar minkaði 995.000 krónur úr 11,144 milliónum til 10,149 milliónir

Útreiðslurnar eru sostatt minkaðar 9 prosent, samanborið við 2012.

 

- Fyrra hálvár 2013 hevur verið eyðkent av minni niðurskrivingum - 1,1 millión krónur samanborið við 3,1 millión í 2012.

- Framgongdin í Føroyum og serliga Suðuroynni fær væntandi eitt jaligt árin á niðurskrivingarnar seinna hálvár.

 

Úrslitið fyrra hálvár 2013, áðrenn kursjavnan, burturleggingar, avskrivingar og skatt er 3,930 milliónir krónur, samanborið við 4,241 milliónir í 2012.

Afturgondin á 311.000 krónur stavar í høvuðsheitunum frá einum lækkaðum rentumuni í fyrru helvt av 2013. Rentu- og kostnaðarinntøkurnar, netto, eru minkaðar 1,061 millión, frá 15,335 milliónum í 2012 til 14,274 milliónir í 2013.

Suðuroyar Sparikassi væntar framvegis, at úrslitið av vanliga rakstrinum í 2013 verður umleið 6 milliónir krónur

Útlánini hjá Suðuroyar Sparikassa eru økt við 4 mió. kr. frá 488 mió. kr. til 492 mió. kr. Sostatt eru útlánini økt 1 prosent farna árið.

- Suðuroyar Sparikassi hevur megnað, at økt um útlánini samstundis sum aðrir pengastovnar hava havt eina minking í útlánunum.

Í sama tíðarskeiði eru innlánini minkaði 44 milliónir krónur, frá 711 til 667 milliónir krónur - - Hetta er ein lækking uppá 6 prosent. Minkaði innlánini hava samband við, at Suðuroyar Sparikassi ætlar at lækka kostnaðarstøðið hjá sparikassanum. Eitt høgt og gott gjaldføri er kostnaðarmikið at hava, tí tað er sera trupult at fáa ein nøktandi rentuágóða.

 

- Suðuroyar Sparikassi hevur eitt útlánsprosent á 76, og tískil hevur Suðuroyar Sparikassi enn eitt sterkt gjaldføri og hevur ikki tørv á fremmandari fígging. Yvirdekningurin í mun til lógarkravið pr. 30. juni 2013 var 181%.

 

- Fíggjarstøðan hjá Suðuroyar Sparikassa er økt úr 766 milliónum krónum til 814 milliónir krónur, ella 6 prosent.

 

Solvensurin 14,3 prosent, har lógarinnar krav er 8 prosent. Sólvenstørvurin er mettur til 10,6%.

 

- Suðuroyar Sparikassi hevur ein góðan grundrakstur, eitt gott gjaldføri og ein sterkan solvens, sigur Sparikassin.

 

- Metingar siga, at herda kappingin um bústaðarlánini, við lækkingini í rentumuninum restina av 2013, fer at hava eina negativa ávirkan á úrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa fyri restina av 2013, men Sparikassi vónar tó atr hava eitt positivt úrslit í ár.