Nú lækkar eisini Suðuroyar Sparikassi, renturnar.
Rentulækkingarnar koma í gildi tann 4. mai, boðar Sparikassin frá í tíðindaskrivi nú á miðdegi.
Eftir lækkingina, verður lægsta bústaðarrentan 3,59 prosent og samstundis lækka innlánsrenturnar upp til 1,25 prosentstig.