Suðuroy: Læra føroyskt og um samfelag og mentan

Nú ber til at melda seg til Føroyskt sum annaðmál fyri tilflytarar. Tilmeldingin letur upp tann 23.august og er opin fram til týsdagin 29.august. 

 

FSA Suðuroy skipar í samstarvi við Barna – og útbúgvingarmálaráðið og allar kommunurnar í Suðuroy fyri undirvísing í føroyskum ætlað tilflytarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Skeiðið er ikki ætlað norðurlendingum.

 

Næmingarnir læra føroyskt og um samfelag og mentan. Skeiðið er skipað eftir CEFR leistinum, og verða næmingar visiteraðir, áðrenn undirvísingin byrjar.

 

Undirvísingin fer fram í Tvøroyrar skúla, Hvalbiar skúla og Vágs skúla og byrjar í septembur og í januar/februar. Skeiðið endar við roynd, og hvør næmingur fær annahvørt prógv frá stigroynd, sum gevur atgongd til framhald í útbúgving í føroyskum sum annaðmál, ella endaligt prógv frá støðuroynd.

 

Møtiskylda er á skeiðnum, og skal næmingurin vera lestrarvirkin fyri at vera innstillaður til próvtøku.

 

 Meira kunning fer fram á heimasíðuni:

 

www.kvungskuli.fo

 

Tvøroyrar kvøldskúli skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Um tørvur er á hjálp, ber til at senda teldupost til kvungskuli(at)tvoroyri.fo