Í ár eigur Suðuroy einki lið í bestu fótbóltsdeildini. Longu undan kappingarbyrjan varð tað mest sum greitt, at í hvussu so er eitt felag í Suðuroy næsta ár fór at eiga lið í fremstu deildini, tí tað umframt TB og FC Suðuroy bara er 07Vestur, sum hevur møguleika at flyta upp.
Nú kappingin er gott og væl hálvrunnin er TB nógv fremst við 46 stigum. Í 15. umfari vann FC Suðuroy 4-2 í Runavík, meðan 07Vestur í Sandavági var partur av 3-3 javnleiki ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Síðsta tíman var heimaliðið undirmannað
Úrslitini hesa ferð bera við sær, at FC Suðuroy er á øðrum plássi – fýra stig frammanfyri 07Vestur. Leygardagin hittast FC Suðuroy og 07Vestur á Vágseiði.
HB og KÍ eru framvegis botnlið. Tey hittust í Gundadali, og úrslitið var 1-1. Harvið er fjarstøðan millum KÍ og EB/Streym, sum er omanfyri strikuna, framvegis eitt stig.
Í Gundadali var tað undirhald fyri allar pengarnar, tá ið B36 og Víkingur spældu og úrslitið var 3-3.
NSÍ-FC Suðuroy 2-4 (1-1)
1-0: Meinhard Olsen 36.
1-1: Búi Egilsson 40.
1-2: Reidar Dahl-Joensen 52.
1-3: Patrik Johannesen 59.
1-4: Búi Egilsson 66.
2-4: Bjarti Kristiansen 90.
07Vestur-EB/Streymur 3-3 (1-1)
0-1: Ólavur Ejdesgaard br 16.
1-1: Gunleif Olsen br 22.
2-1: Sigtór A. Petersen 47.
2-2: Ólavur Ejdesgaard 66.
2-3: Allan Hansen 79.
3-3: Sigtór A. Petersen 83.
Reytt kort: Ásmund Hansen, 07Vestur, 29. (tvey gul)
B36-Víkingur 3-3 (2-2)
1-0: Símun Joensen 10.
1-1: Magnus Jarnskor br 17.
1-2: sjálvmál 23.
2-2: Tóki á Lofti br 42.
3-2: Ásmund Nolsøe 5.
3-3: Hans Jákup Lervig 90.
HB-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Eivindur Sørensen 17.
1-1: Tróndur Jensen 78.
TB-AB 5-0 (3-0)
1-0: Ragnar Tausen 3.
2-0: Rógvi Joensen 22.
3-0: Ragnar Tausen br 43.
4-0: Ragnar Tausen 55.
5-0: Ragnar Tausen 80.
Støðan
TB 46
FC Suðuroy 27
B36 25
07Vestur 23
NSÍ 22
AB 21
Víkingur 20
EB/Streymur 12
KÍ 11
HB 6
TB og EB/Streymur hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 15 dystir
16. umfar
Fríggjadagin 20. juni
EB/Streymur-NSÍ
Leygardagin 21. juni
KÍ-AB
Víkingur-TB
B36-HB
FC Suðuroy-07Vestur










