Suður-Vestur Samtakið varð stovnað við árslok 1996. Ætlanin við samtakinum var, at tað skuldi hava »fingurin á pulsinum« viðvíkjandi oljuvinnutilgongdini. Kommunurnar, og við teimum eisini vinnan í økjunum, skuldu verða til reiðar tá ítøkiligir vinnumøguleikar stungu seg upp í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Ein orsøk til at Suðuroy og Vágar saman valdu at stovna hetta samtak var, at kommunurnar í báðum økjum vildu stuðla, at aktiv í Vágum og Suðuroy - ið metast mugu at eiga ein nattúrligan leiklut í eini komandi frálandavinnu - veruliga verða gagnnýtt í tí sambandi. Av tílíkum ?aktivum? kunnu m.a. nevnast:
*Flogvøllurin í Vágum er einasta samband loftvegis til útheimin í dag
*Virkir í sunnara hálvu hava ávísar royndir við »oljuvirksemi« frá Lopra-1
*Oilwind í Vágum er kanska tann mest nýmótans maskinverkstaðurin í landinum
*Vágar hava skjótastu/einastu loysnina uppá eitt munagott tyrlusamband
*Vágs Skipasmiðja er nærmast økinum og hevur hartil yrkisroyndir frá Lopra-1
*Vágar hava umfatandi know-how og hartil teknisk framkomin amboð á verkstað
*Sunnara hálva hevur góðar og náttúrligar fyritreytir fyri veitingarstøð
*Um olja verður funnin vestanfyri Føroyar, so er Sørvágur eitt gott boð uppá veitingarhavn
*Vágs Skipasmiðja hevur fingið »blá stempul« fyri arbeiðið teir gjørdu í Lopra
*Oljuvinnan vísir heilsu & trygd stóran ans: Suðuroyar Sjúkrahús er nærmasta loysnin uppá eina bráfeingisstøðu hesum viðvíkjandi.
Samtíðis við at Suður-Vestur Samtakið bleiv stovnað, var Suni á Dalbø, cand. scient soc., serkønur í altjóða viðurskiftum, settur sum ráðgevi hjá samtakinum; fyribils sáttmálin var galdandi í 13 mánaðir. Stutt áðrenn jól 1997 avgjørdu kommunurnar í samtakinum at skriva nýggjan sáttmála við ráðgevan; hesin er galdandi til 1. januar ár 2000.
Í sambandi við at nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður við Suna á Dalbø, bleiv nýggj nevnd vald. Nevndin skal, saman við ráðgevanum, stýra virkseminum hjá Suður-Vestur Samtakinum. Í nevndina komu hesir: Jógvan Krosslá (form.) býráðsformaður í Vági, Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður í Sumbiar Kommunu, Jóannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági. Eivin H. Jacobsen, Felagskommunan í Vágum, Finnbogi Niclasen, Flogvallarovasti í Vágum, Jákup Egholm Hansen, stjóri hjá P/f Samvinnufelagið, Gudmundur Jacobsen, stjóri á Vágs Skipasmiðju og Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Ráðgevin er í hesum døgum í gongd við at loysa fyrsta arbeiðssetningin hjá nýggju nevndini. Í neyvum samstarvi við útlendskar fyritøkur verður arbeitt við ætlan, ið skal tryggja vinnulívinum í suður-vestur økinum pláss millum tey fremstu í sambandi við komandi veitingar til frálandavinnuna. Miðja verður eftir, at greiða er fingin á øllum viðurskiftum í sambandi við vinnutiltakið áðrenn summarfrítíðina.