Suðringar á bilasølustevnu um vikiskiftið

Um vikuskiftið verður ein eitt sindur øðrvísi bilasølustevna í Ítróttarhøllini í Trongisvági. Tað er nýggjársnevndin á Tvøroyri, sum skipar fyri sølustevnuni.

 

Framsýningin letur í dag og verður opin frá klokkan 14-20 í dag, í morgin og sunnudagin. Umframt bilasølur so verða eisini básar við ymsum handlum í høllini. Har verður stórur loppumarknaður og hoppiborgir til børnini verða í morgin og sunnudagin frá klokkan 14-20.