Sudoku fær kapping

Sudokufepurin, sum eisini herjar í Føroyum í løtuni, fær nú harða kapping frá nýggju talgátuni Kakuro

Kakuro er enn meir avbjóðandi og argandi enn Sudoku, og alt bendir á, at nýggja talgátan verður minst líka væl umtókt.
Í Bretlandi og USA hava bløðini havt Kakurogátur í eina tíð, og nú um vikuskifti bjóðar eisini danska avísin Politiken fyrstu ferð lesararum at royna seg við nýggju talgátuni.
Eisini her heima herjar Sudokufepurin. Dimmalætting hevur í eina tíð havt Sudokugátur við í blaðnum, meðan bøkur um Sudoku eru millum tær mest seldu í bókahandlum í Føroyum.
Í Kakuro setur tú eitt tal millum 1 og 9 í hvítu puntarnar í vatnrøttu og loddrøttu røðunum. Millum 2 og 9 puntar eru í hvørjum raði. Tølini, sum verða sett í puntarnar, skulu til samans geva tað talið, sum stendur í svarta puntinum oman fyri ella út fyri raðið. Hvørt tal má bert verða brúkt eina ferð í hvørjum raði.