Ein maður hevur rænt eitt sudanskt flogfar við 97 fólkum umborð Sudansku myndugleikarnir siga, at flogrænarin noyddi flogskiparan at seta kós ímóti París, og at flogfarið nú stendur á flogvøllinum uttan fyri Kufrah í Libya, har flogrænarin hevur kravt, at flogfarið fær brennievni.
Tað ljóðar, at nakrar kvinnur og nøkur børn eru sloppin úr flogfarinum, síðani tað kom til Libya.
Flogfarið er av slagnum Boeing 737, og umborð eru 87 ferðafólk og manningin, sum telur 10.