SudanMissión opnar handil

SudanMissión í Danmark opnar handil á Glyvrum. Tey hava leigað høli frá Eysturoyar Handverkarafelag á Glyvrum.

Í brævi siga teir, at teir leingi hava móttikið stuðul frá føroyingum bæði fíggjarliga og við forbøn, og tí vilja teir royna at opna ein handil her.

Talan verður um ein endurnýtsluhandil eins og Blákrossbúðin í Havn. Teir opna handilin einsamallir, men teir vóna at kunna samstarva við Bláa Kross og Heimamissiónina framyvir.

Týsdagin 7. november bjóðar SudanMissiónin til kunningarfund í leigaðu hølunum hjá Eysturoyar Handverkarafelag. Knud Linhardsen frá SudanMissión kemur at greiða frá hugskotinum, og øll, sum eru áhugað og møguliga vilja hjálpa til, eru vælkomin, stendur í brævinum frá SudanMissión.