Longt samstarv
Hóast kvinnuliðið fekk gullið aftur til Vágs, verður ikki hvílt á laurberunum.
Sostatt er VB longu farið at fyrireika næsta kappingarár í hondbólti.
Á móttøkuni í Vági leygarkvøldið eftir at FM heitið varð vunnið, kunngjørdi Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB tey gleðiligu tíðindi fyri vágbingum, at venjarin hesi seinastu árini, eisini heldur fram næsta ár.
Og tað skerst ikki burtur, at fagnaðurin í høllini var óførur, tá ið tey fingu boðini.
Bogi Mortensen duldi ikki fyri, at hann varsera fegin um at samstarvið við Aivaras Daugis kundi halda fram.
Aivaras er grundarlagið undir tí skjóta og undirhaldandi hondbóltinum, sum hevur verið vørumerkið hjá VB seinastu árini, segði hann.
Men tá ið hann annars skuldi lýsa dygdirnar hjá venjarunum manglaði hann orð.
Eg veit ikki hvat eg skal siga um hann, tí tað er er bara ein av slagnum, helt hann.
Hann vísti á, at Aivaras var ótrúliga lagaligur at samstarva við.
? Og so hevur hann eisini betri skil fyri hondbólti enn nakar annar, endaði.
?Vit eru otrúliga heppin, at vit hava fingið fatur á akkurát honum, tí hann er ein fantastiskur venjari og eitt fantastiskt menniskja, sigur Bogi Mortensen.