Suarez var læknin

Sjónband: Drongur úr Uruguay við krabbameini fekk ein ordans hvøkk.

Mateo, sum er úr Uruguay og hevur krabbamein, fekk fyrr í vikuni ein ordans hvøkk, tá ið hann var staddur hjá læknanum og skuldi tosa við ein serlækna í Spania umvegis Skype.


Tað skuldi vísa seg, at talan ikki var um ein serlækna, men heldur landsmannin í FC Barcelona, Luis Suarez, sum bara vildi vísa sín stuðul og eggja Mateo til at fylgja boðunum hjá læknunum.


Rørandi sjónbandið sæst ovast í hesi greinini.