Suarez toppskorari eftir hattrick

Liverpool, við Luis Suarez á odda, vann í kvøld 4-0 á Wigan. Luis Suarez skoraði trý mál og er nú toppskjútti í Premier League.

 

Liverpool var í kvøld á vitjan hjá Wigan, sum fleiri ferðir fyrr hevur spent bein fyri teimum reyðu úr Liverpool. Soleiðis skuldi ikki verða í kvøld. Dysturin var bara fáar minuttir gamal, tá nýinnkeypti Coutinho legði bóltin innfyri til Steward Downing, sum tætt undir málinum kundi stúta bóltin í málið.

 

Liverpool legði stórt trýst á Wigan, sum tóktust illa upplagdir í kvøld. Aftaná 18 minuttir økti Luis Suarz, tá hann bleiv leysur í brotsteiginum. Tíggju minuttir fyri hálvleik økti hann til 3-0 við beinleiðis frísparki, sum fór umvegis ein Wigan spælara og hendurnar á málverjanum í stongina og inn.

 

Í seinna hálvleiki helt Liverpool fram við at skapa møguleikar og Luis Suarez fekk eisini sítt hattrick, tá sendi bóltin millum beinini á Al Habsi í Wigan málinum. Hetta er mál nummar 21 í Premier League hjá framherjanum úr Uruguay. Hann er bara tann triði Liverpool spælarin, ið megnar at skora 20 mál ella fleiri í einum Premier League kappingarárið. Hinir báðir eru Robbie Fowler og Fernando Torres.

 

Wigan hevði eisini nakrar góðar royndir á Liverpool málið, men spanski málverjin, Pepe Reina, stóð væl og gjørdi nakarar góðar bjargingar.

 

Premier League:

Wigan – Liverpool 0-4

Chelsea – WBA 1-0

Everton – Reading 3-1

Manchester United – Norwich 4-0

Southampton – QPR 1-2

Stoke – West Ham 0-1

Sunderland – Fulham 2-2

Swansea – Newcastle 1-0