Suarez skoraði hattrick

Newcastle tapti óvæntað stórt fyri Wigan, meðan Luis Suarez skoraði øll trý málini fyri Liverpool, sum vann á Norwich.

 

Liverpool vann í kvøld 3-0 á Norwich. Luis Suarez skoraði øll málini. Tað er fyrstu ferð at hann megnar at skjóta trý mál í einum og sama dysti fyri Liverpool. Øll trý málini vóru á ein ella annað hátt stórar verjuvillur hjá heimaliðnum.

 

Fyrst misti Norwich bóltin í uppspælinum, har Steven Gerrard vann bóltin og spældi Luis Suarez leysan, sum skoraði. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki misti Norwich aftur bóltin og hesa ferð var tað Luis Suarez sjálvur, sum vann bóltin og skoraði eftirfylgjandi. Stutt fyri tíð skoraði hann fyri triðju ferð, tá Norwich verjan aftur kloddaði í tí. Framherjin úr Uruguay var skjótr á bóltinum og smekkaði til stutt frammanfyri miðjuna og fangaði málmannin langt frammi á vøllinum, sum ikki náddi at renna aftur í málið og verja fyri.

 

Mest óvæntaða úrslitið var á DW Stadium har Wigan tók ímóti Newcastle, sum stríðist fyri at røkka Champions League fótbólti. Úrslitið gjørdist ein knúsandi 4-0 sigur til Wigan, sum nú hevur góð kort á hondini í niðurflytingarstríðinum. Teir hava trý stig fleiri enn Bolton, sum er niðanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Arsenal var á vitjan hjá Stoke. Teir hava mangan havt tað torført á Britannia Stadium og so var eisini í dag. Peter Crouch legði Stoke á odda longu aftaná tíggju minuttir. Bara fimm minuttir seinni javnaði Robin van Persie fyri gestirnar. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. Arsenal liggur nú væl fyri til at vinna bronsu heiðursmerkið.

 

Tað er somuleiðis greitt, at Reading og Southampton verða at síggja í Premier League komandi kappingarár.

 

Premier League:

 

Everton – Fulham 4-0

Norwich – Liverpool 0-3

Stoke – Arsenal 1-1

Sunderland – Bolton 2-2

Swansea – Wolves 4-4

WBA – Aston Villa 0-0

Wigan – Newcastle 4-0