Liverpool vann í kvøld 2-0 á Stoke á Anfield. Undan dystinum fingu Liverpool viðhaldsfólkini møguleikan at heilsa upp á Andy Carroll, sum er skaddur í umleið tríggjar vikur. Fyrri hálvleikur var lítið at reypa av. Liverpool hevði einar tveir ella tríggjar møguleikar, men Stoke málverjin gjørdi sína skildu hvørja ferð.
Í seinna hálvleik legði Raul Meireles Liverpool á odda, eftir at Steven Gerrard royndi seg við frísparki. Síðani kom løtan, tá nýggi maðurin, Luis Suarez, kom á vøllin. Hann var bara á vøllinum eina løtu, so var hann sendur avstað einsamallur móti Stoke málinum. Luis Suarez dribblaði framvið málverjanum og setti innarusíðina á, men tað var um reppi, at Stoke verjan fekk beint bóltin butur, men bólturin fór í stongina og inn til stóra gleði fyri Liverpool viðhaldsfólkini.
Manchetser City stríðist við at fylgja grannunum, men hóast teir vóru á odda tvær ferðir móti Birmingham, so fingu teir bara eitt stig. Carlos Tevez og Aleksander Kolarov løgu Manchester City á odda, meðan Nikola Zigic og Craig Gardner javnaðu fyri Birmingham.
Tottenham royndur at hanga í í oddinum. Teir vunnu í kvøld 1-0 á Blackburn við máli, sum Peter Crouch skoraði longu eftir tíggjar minuttir. Fulham vann 1-0 á Newcastle við máli frá Damien Duff og Bolton vann í evstu løtu á Wolves við máli frá Daniel Sturrdige. Robbie Keane skoraði í debutini fyri West Ham, sum vann 3-2 á Blackpool.
Manchester City liggur á triðja plássi og er nú átta stiga aftanfyri Manchester United. Tottenham er trý stig frá fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League. Liverpool liggur framvegis á sjeynda plássi.
Premier Legaue:
Birmingham ? Manchester City 2-2
Blackburn ? Tottenham 0-1
Blackpool ? West Ham 1-3
Bolton ? Wolves 1-0
Fulham ? Newcastle 1-0
Liverpool ? Stoke 2-0










