Suarez og Evra sleppa snikkaleysir

Enska fótbóltssambandið boðar í dag frá, at hvørki Luis Suarez og Liverpool ella Patrice Evra og Manchester United verða revsaði fyri rokuppgerðina leygardagin á Old Trafford.

 

Luis Suarez legði út við ikki at taka í hondina á Patrice Evra, tá leikararnir annars heilsa upp á hvønn annan undan dystinum. Í hálvleikinum komu menn til hendurs uttanfyri skiftirúmini, tá Patrice Evra, sambært Sky Sports, vildi hava fatur á Luis Suarez fyri at vita hví hann ikki tók í hondina á honum.

 

Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð rann ein ovurfegin Patrice Evra framvið Luis Suarez, meðan hann fegnaðist um 2-1 sigurin. Hetta elvdi aftur til at øði kom í menn hjá báðum pørtum.

 

Enska fótboltssambandið veit eisini at siga, at dómarin, Phil Dowd, ikki metti at hendingarnar uttanfyri skiftirúmini hava nakað upp á seg og eru tí ikki tiknar við í dómarafrágreiðina, skrivar BBC.

 

Bæði Liverpool framherjin, Luis Suarez, og Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, hava biðið um umbering fyri rokið. Manchester United hevur góðtikið umberingina.

 

Dailymail veit at siga, at ein maður er handtikin fyri at selja troyggjur við óhóskandi boðskapi á uttanfyri Old Trafford. Somuleiðis hevur løgreglan lagt hald á fleiri av Red Issue bløðunum, sum er eitt fjepparablað hjá Manchester United, tí tað á baksíðuni var ein boðskapur, ið setti Luis Suarez og Liverpool í samband við Ku Klux Klan.

 

Bæði Liverpool og Manchester United ynskja at koma víðari frá málinum, sum hevur fylt so nógv síðani arvafíggindauppgerðina millum feløgini í oktobur mánaði í fjør.