Í lítla suðuramerikanska landinum Uruguay er gleðin stór. Fótbóltslandsliðið, sum verður nevnt "Celeste" millum manna í Uruguay kann loksins hava sín besta mann við á liðnum aftur.
Drúgva leikbannið, sum Luis Suarez fekk aftaná at hava bitið italska verjuspælaran, Giorgio Chiellini í innleiðandi bólkaspælinum í HM endaspælinum í Brasil í 2014 er loksins liðugt, og Luis Suarez kann loksins spæla fyri sítt heimland aftur.
Í Uruguay hevur Luis Suarez hetjustatus útum tað vanliga, og í heimbýi hansara, Salto er ein stór standmynd avdúkað av honum.
Luis Suarez er úttikin til tveir teir komandi HM-undankappingardystirnar hjá Uruguay. Langafríggjadag 25. mars spælir Uruguay útidyst ímóti Brasil í Recife, og týsdagin 29. mars spælir Uruguay á heimavølli á Centenario leikvøllinum í Montevideo ímóti Peru.
Lítið er at ivast í, at tað verður fullsett til dystin í Montevideo, nú Luis Suarez kann spæla fyri Uruguay aftur.










