Suðursudan tekur støðu til loysing

Í dag er fólkaatkvøða í syðra parti av Sudan um at loysa frá tí norðara partinum, og eygleiðarar vænta, at fólkaatkvøðan fer at enda við, at Afrika fær eitt land afturat. Í morgun vóru fólk í stórum tali á veg til valstøðini at greiða atkvøðu, og nógvastaðni hava fólk staðið í røð og bíða eftir at sleppa í valhølið. Í býnum Juba, sum verður høvuðsstaður í tí nýggja landinum, gingu fólk við stórum skeltum, sum eggjaðu fólki til at atkvøða fyri loysing.

Sudanski forsetin, Omar Hassan al-Bashir, hevur sagt, at hann fer at viðurkenna úrslitið av fólkaatkvøðuni í Suðursudan.

Fólkaatkvøðan varð ásett longu í 2005, tá partarnir samdust um eina friðaravtalu, sum endaði ta longsta borgarakríggið í Afrika.