Landsstýrið hevur stungið í kortið, at Suðuroyar Sjúkrahús skal niðurlagast, men hetta vilja suðuroyingar ikki finna seg í. Á Facebook hava suðuroyingar stovnað ein bólk við heitinum ?Suðuroyar Sjúkrahús skal mennast og varðveitast?, og har eru í dag, bert ein dag eftir stovnan, yvir 1200 suðuroyingar, sum stuðla átakinum.
Har stendur millum annað soleiðis á síðuni hjá bólkinum.
?Vit krevja, at okkara politikarar taka tilmælini frá leiðslunum og yvirlæknunum á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi í størsta álvara, tí støðan er álvarsom og lívsháttandi.
Vit búgva uml. 5000 fólk í Suðri og vit krevja, at fáa ta viðferð, sum eitt vælferðarsamfelag bjóðar.
Tað er lívs neyðugt, at hava eitt vælvirkandi heilsuverk, sum skapar trivnað, so at vit liva gott og trygt.
Tað hevur eisini stóran týdning, at avgerðarrætturin hjá læknunum liggur úti á sjúkrahúsinum og ikki at alt verður miðsavnað á Landssjúkrahúsinum.
Vit krevja eina størri játtan, soleiðis at teir yngru læknarnir støðast her við betri arbeiðskorum.
Kommunulæknar og læknarnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru komnir við einum uppskoti, hvussu hetta kann skipast.
So kæru politikkar, setið tykkum saman við hesum bólkið, og finnið eina skjóta og varandi loysn uppá henda álvarsama trupuleika! ?
Sum skilst, ætla suðuroyingar eisini at skipa fyri eini mótmælisgongu, tá ið landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen vitjar í Suðuroynni í komandi viku.










