Bussførarnir í Suðuroynni fara ikki at góðtaka sáttmálan um koyring hjá Bygdaleiðum, sum Bussfelagið og Strandferðslan samdust um fríggjakvøldið.
Fríggjakvøldið samdust partarnir um at sáttmálin, sum nú er í gildið, skal vera í gildið í eitt ár afturat. Spurningurin skal tó leggjast fyri limirnar í Bussfelagnum at taka endaliga støðu til.
Men tað er longu nú greitt, at sama, hvørja støðu Bussfelagið kemur til, verður koyringin hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni ikki tikin uppaftur.
Uni Mortensen, talsmaður hjá teimum sjey bussførarunum í Suðuroy, sum eru í verkfalli, sigur, at teir taka í hvussu so er ikki undir, at sáttmálin sum er, bara verður longdur eitt ár afturat, hóast onkrar smávegis ábøtir eru gjørdar.
So koyringin hjá bygdaleiðum í Suðuroy verður ikki tikin uppaftur, hóast endaliga niðurstøðan hjá bussførarunum norðanfjørð verður at góðtaka, at sáttmálin, sum felag teirra og Strandferðslan samdust um fríggjakvøldið, skal galda eitt ár afturat.
Hann sigur, at bussførararnir í Suðuroynni hava lagt nøkur uppskot til broytingar í sáttmálanum fyri Strandferðsluna og teir fara at bíða, til Strandferðslan hevur svarað. So verður støða tikin útfrá tí.
Hvílitíð og høgri løn
Hann sigur, at nøkur av krøvunum, sum bussførararnir í Suðuroynni hava sett fram, er, at reglur um hvílítíð verða settar í gildið og at lønin kemur upp á sama støðið, sum lønin hja bussførarunum í Havn.
Uni Mortensen sigur, at bussførarar hjá Strandferðsluni munnu vera einasti starvsbólkur, sum hevur vbið flutning at gera, sum ikki hevur reglar um hvílitíð.
Ogtað heldur hann er ein vandi fyri trygdina. Hann vísir m.a. á, at summar dagar fáa bussførarar í Suðuroy bara fýra-fimm tíma svøvn, áðrenn teir aftur skulu til arbeiðis.
? Eitt nú hóskvøld eru summir av okkum ikki lidnir fyrrenn klokkan tvey um náttina, men skulu tørna til aftur klokkan 4.30 um morgunin. Og tað halda vit er ein vansi fyri trygdina.
Hann vísir eisini á, at bussførarar í Havnini fáa munandi hægri løn, enn teir fáa, sum koyra aðrastaðni í landinum.
? Teir fáa í hvussu so er 12% meiri um tíman, tá ið teir koyra, enn vit fáa. Harafturat fáa teir eisini løn ímeðan teir bíða ímillum túrarnar. Vit fáa bara løn ímeðan hjólini rulla, men ta tíðina, vit bíða ímillum túrarnar, fáa vit onki fyri, men mugu betala sjálvir.
.