Julius Holm,
Vágur
Mær dámar ikki, at Føroyar verða eitt valdømi, tí vandi er fyri, at útjaðarin fer at verða forsømdur. Ùtsøgnirnar í løgtinginum um Sandoyartunnilin boða ikki frá góðum í so máta. Grundgevingin um, at 85% av fólkinum hevur fast samband, heldur ikki, tí tað rættvísgerð ikki, hvussu farast skal fram í øllum landinum. Eg stúri eisini fyri, at áhugin fyri politikki fer at minka ímillum vanliga fólkið, so hvørt uppstilling og onnur politisk viðurskifti fara at verða miðstýrd úr Havn.
Ditlev Hammer,
Hov
Tað dámar mær ikki, tí nú er vandi fyri, at útjaðarin fer at vera ein slumbýlingur í Havnini. Politiska ávirkanin hjá politikarum úti um landið fer at vera enn minni, enn hon hevur verið. Tá ið vit fáast við at velja yvirhøvur, er tað tí at vit vóna, at politikararnir, vit velja, skulu hava ávirkan. Fer ávirkanin hjá politikarum úti um landið at minka enn meiri, er alt mist og so er akkurát tað sama at halda upp at velja.
Kristian Holbæk Kristensen,
Tvøroyri
Eg taki undir við, at Føroyar verða eitt valdømi, um so er, at vit fáa politikarar, sum hugsa um heildina, sum hugsað strategiskt og sum hugsað langt fram í tíðina.
Men førir tað við sær, at útjaðarin verður undirumboðaður og niðurraðfestur er tað ikki gott, men tað haldi eg ikki, at tað er so stórur vandi fyri, tí eftir mínum tykki viðgerða politikararnir ikki tey stóru, strategisku málini, sum støðan er nú, so verri vænti eg ikki at tað verður við einum valdømi. Hinvegin er eitt valdømi heldur ongin trygd fyri einum gagnligari politikki, men eg haldi, at tað er eitt stig rætta vegin, tí sum skipanin er nú, hevur politikkur í ov stóran mun hug at drukna í lokalpolitikki og partapolitikki og eitt valdømi kann bøta um tað.
Martin í Nesi,
Í Nesi í Hvalba
Sum støðan er nú, eri eg ímóti at gera Føroyar til eitt valdømi. Vit hava hoyrt nógvar serkønar ávara ímóti at gera alt landið til eitt valdømi í eini handavending, sum ætlanin er nú, so eg skilji ikki, hví tað skal trumfast ígjøgnum beint undan einum vali. Sum støðan er nú, hevur ongin givið sær stundir at kanna avleiðingarnar av, at Føroyar vera eitt valdømi.
Tað hevur gingið illa at menna útjaðaran við teirri skipan, sum er, so eg vænti, at við einum valdømi verður enn verri og avleiðingin verður, at útjaðarin verður enn meiri afturútsigldur.