Í kvøld stevna tey bæði søguligu skipini í Suðuroy, Johanna og Thorshavn, av Vágsfirði og av Trongisvágsfirði við kós ímóti Hetlandi.
Tann 132 ára gamla sluppin, Johanna, og 76 ára gamla galeasan, Thorshavn, fara til Lerwick og hetta er fyrsta uttanlandsferðin hjá teimum í ár.
Eftir langa og drúgva vetrarlegu eru gomlu træ- og seglskipini nú klár at fara undir summarsiglingina, eftir at tey eru sett í stand í vetur.
Johanna hevur annars verið uttanlands á hvørjum ári, men hetta er fyrsti túrurin út um landoddaranr hjá Thorshavn, síðan skipið gjørdist heimahoyrandi á Tvøroyri.
Við skipunum báðum eru gott og væl tjúgu mans, so ivaleyst fara nógvu føroyingarnar at seta sín dám á vikuskiftið í hetlendska høvuðsstaðnum.
Men ikki minni fara snotuligu skipini at síggjast aftur á havnalagnum í Lerwick, so tey vænta nakað av hetlendskum vitjandi umborð.
Siglt verður niður, norðan fyri Unstin, men heimferðin sunnudagin verður gjøgnum Yell Sound og bæði skipini verða aftur í Føroyum mánadagin.