Suðuroyingar stovnað MC-felag

Í Suðuroynni hevur eitt nýtt felag sæð dagsins ljós. Hetta er felag fyri tey við áhuga fyri motorsúkklum

Boðað varð tann 30/12/06 til fundar við tí endamáli at stovna eitt MC felag fyri alla Suðuroynna. Fundurin var á Eiðinum í Vági og 24 mans úr allari oynni møttu.
Áhugað í Vági hava í eitt ár ella tvey koyrt saman á motorsúkklu. Hetta hevur, mest í spølni, verið undir heitinum Stormboys. Men skemtiliga navnið hongur við sum undirheiti í nýstovnaða felagnum, ið hevur fingið heitið MC Suðuroy, Stormboys.
Í nevndina vórðu valdir Sølvi Andreasen, Jóanes við Ósagarð, Magnus Joensen, Arni Brattaberg og Jan Joensen.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Fyrireikararnir siga seg gleðast um, at so nógv møttu á fundi og ikki minst, at øll oyggin, úr Sumba til Sandvíkar, var umboðað á fundinum. Fyrireikararnir siga, at menn gleða seg til gott mc prát og at knýta nýggj vinabond.