Suðuroyingar sleppa ikki heim at halda jól

Tað er nú endaliga avgjørt, at Smyril avlýsir siglingina í dag

 Tað er nú greitt, at fleiri suðuroyingar, og gestir, sum ætlaðu sær til Suðuroyar at halda jól í ár, sleppa ikki vegin fram - í hvussu so er ikki við Strandferðsluni.

Tað er nú nevniliga endaliga avgjørt, at Smyril fer ikki at sigla í dag.

Annars skuldi hann fara úr Suðuroy klokkan sjey í morgun og suðuraftur úr Havn.

 

Annars vóru tað fleiri suðuroyingar, sum komu við seinnapartsflogfarinum í gjár, men sum ikki lukkaðust við Smyrli.

 

Orsøkin var, at flogførini vórðu so nógv seinkað, at Smyril mátti fara undan teimum.

 

Skiparin á Smyrli, Niels Harald Michelsen, segði, at hann kundi ikki bíða longri í Havn, tí hann øtlaði veðri og at hann mátti loysa, áðrenn hann brast á av álvara.

 

Hann sigur, at hann ætlaði eisini at bíða til í evstu løtu í morgun at taka støðu til um nøkur sigling kundi verða í dag. Og nú er so endaliga avgjørt, at siglingin er avlýst fyri veður, sigur Strandferðslan í morgun.

 

Vindmátarin hjá Landsverki sigur, at hann er upp ímóti 40 metrum um sekundið í hvirlunum, og eisini meiri enn tað, eins og tað eisini er kolandi stormur alla aðrastaðni.

 

Tað er eisini greitt, at hvørki Teistin ella Ternan sigla í dag, so hvørki i Sandoy, Hestur, ella Nólsoy hava ferðasamband í dag. Samstundis er øll koyring hjá Bygdaleiðum avlýst, og Sam siglur bara ein túr í Kalsoy í dag, hann verður av Klaksvík klokkan 12.30 og so beint aftur til Klaksvíkar.