Økismenning
Nú skulu suðuroyingar sleppa framat at vísa, hvat teir duga. Samstundis sleppur meinigi maðurin í Suðuroynni at hitta okkara fremstu politikarar, andlit til andlit.
Tað varð einasta ítøkiliga úrslitið av fundinum mikudagin ímillum Landsstýrið og Suðuroyar Oljuvinnuráð, sum vit eisini hava greitt frá aðrastaðni í blaðnum.
Á fundinum við Suðuroyar Oljuvinnuráð, varð landsstýrið umboðað av Anfinni Kallsberg, løgmanni, Høgna Hoydal, varaløgmanni og Eyðuni Elttør, landsstýrismanni í oljumálum .
Viberg Sørensen sigur, at á fundinum varð leingi tosað aftur og fram um støðuna í Suðuroynni.
? Tað einasta, sum kom burturúr, var, at teir tríggir landsstýrismenninir, sum vóru á fundinum, játtaðu at koma til Suðuroyar at hitta oyggjarfólkið andlit til andlit.
? Teir skulu eisini heita á umboð fyri oljufeløgini, sum eru í Føroyum, um at koma við til Suðuroyar.
? Á hesum fundinum skulu umboðini fyri Landsstýrið og oljufeløgini hitta umboð fyri vinnulívið í Suðuroynni.
Sostatt fær vinnulívið í Suðuroynni høvi til at vísa seg fram beinleiðis fyri Landsstýrinum og fyri oljufeløgunum.
Viberg Sørensen sigur, at hetta er eitt høvi hjá teimum virkjum í Suðuroynni, sum hava áhugað í oljuvinnuni, at greiða frá hvørjar ætlanir tey hava, hvat tey eru før fyri og, hvørjar dygdir, tey hava.
? Tað er eisini neyðugt, at vinnan í Suðuroynni vísir, hvat hon dugir til og tað fær hon so høvi til á hesum fundinum við oljufeløgini og Landsstýrið.
Samstundis er ætlanin at hava ein fólkafund í Suðuroynni, har almenningurin í oynni sleppa at seta landsstýrisminnunum spurningar og at greiða teimum frá støðuni annars.
Formaðurin í Oljuvinnuráðnum sigur, at nú skulu fundirnir í Suðuroynni fyrireikast.
Men tað, sum fyribils liggur í kortunum, er, at fundirnir verða leygardagin 17. februar.










