Suðuroyingar seta skjøtil á skúlabygging fyri 90 milliónir

Kommunurnar í Suðuroy eru sinnaðar at taka Helenu Dam á Neystabø upp á orðið um at fara undir at projektera eftirskúla í Hvalba í ár

Líkt er til, at allar kommunurnar í Suðuroy eru sinnaðar at játta pening til at projektera nógv umrødda eftirskúlan í Hvalba.

Á fíggjarlógini fyri í ár, samtykti Løgtingið at seta tvær milliónir av til at projektera skúlan fyri.

Men treytin er, at kommunurnar eisini seta tvær milliónir av.

Og kommunurnar ætla at taka Løgtingið og Helenu Dam á Neystabø upp á orðið og at seta kravdu upphæddina av.

Umboð fyri allar kommunurnar hava tosað saman um málið og tær eru samdar um, at fyri at avgreiða málið skjótt, er tað ikki ráðiligt at fara til allar kommunurnar í Føroyum við áheitan um at játta hvør sín part.

Tí hava kommunurnar í Suðuroy gjørt av at tær skulu játta peningin og hesa næstu tíðina skulu tey sjey bý- og bygdaráðini so formliga samtykkja at seta hvør sína upphædd av til endamálið, alt eftir fólkatalinum í kommununi.

Higartil hava kommunustýrini í Porkeri, í Hovi og á Tvøroyri viðgjørt málið og hava samtykt at játta sín part.

Hinar fýra kommunurnar taka so málið upp so hvørt, tær hava fund.

Tvøroyrar Kommuna, sum betalir størsta partin, samtykti málið í farnu.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tá ið allar kommunurnar, sum væntað, hava samtykt málið, er ætlanin at biðja um fund við landsstýriskvinnuna í mentamálum og við politikarar annars.

Har er ætlanin at kunna allar partar um, at kommunurnar partur av pengunum er klárur. Og har er eisini ætlanin at stinga út í kortið, hvussu farast skal fram, so at projekteringin kann byrja sum skjótast.

Hann sigur, at endamálið er so at fáa gongd á projekteringina sum skjótast, so at tað verður klárt at byggja næsta ár.

Eftirskúlin er mettur at kosta 90 milliónir og har verður pláss fyri einum 90 næmingum.