Rockbólkurin úr Suðuroy, Revival, spælir á Skarv um vikuskiftið. Revival spæla í høvuðsheitum bara í Suðuroy ? og so annars á Skarv, tá høvið býðst. Bólkurin var serliga virkin í nítiárunum ? fyrru helvt var tað í stóran mun í Suðuroynni og í seinnu helvt var ofta millum útisetar í danska høvuðsstaðnum, at Revival gjørdi vart við seg.
Revival plagar at vera garantur fyri einum bygdaballi í orðsins rætta týdningi, og við Skarv sum karmi um tónleikin eru tað helst fleiri, sum leggja leiðina framvið á føroyska dansistaðnum á Pilestræde.
Revival fer á pall leygarkvøldið klokkan tólv, og áðrenn midnátt er ókeypis atgongd.