Suðuroyingar púra samdir: Nýggi Smyril skal sigla 21 míl

Tað er ongin sparing í at gera eftir tilmælinum hjá Bjarna Djurholm og at byggja eitt skip, sum er minni og siglur seinni

 

Økismenning


Tað nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja til suðuroyðarsiglingina, má og skal sigla 21 míl.

Tað eru suðuroyingar samdir um.

Í hesum málinum standa teir øksl við øksl í kravi sínum til landsins myndurgleikar.

Landsstýrið hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu tann nýggi Smyril skal síggja út.

Men nevndin hjá Strandferðsluni, sum hevur fyrireikað byggingina, hevur mælt Vinnumálastýrinum til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl.

Við í nevndini sótu eisini umboð fyri vinnuna og kommunurnar í Suðuroynni.

Hetta er eitt skip, sum er einar 120-130 metrar langt og kostar 305 milliónir at byggja.

Tó hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum mælt til at byggja eitt skip, sum bara gongur 19 míl. Hetta skipið er einar 115 metrar langt og kostar 275 milliónir.

?Men hetta góðtaka suðuroyingar ikki, teir vilja hava eitt skip, sum siglur 21 míl- og onki annað.

Suðuroyingar vísa á, at tann Smyrilin sum er, kann sigla 19 míl, um koyrt verður á motorarnar og tí er skipið, sum Bjarni Djurholm mælir til, als onki framstig.


Onki bíligari

Frá keldum, sum kenna málið, hava vit fingið at vita, at tað er púra ongin sparing í at byggja skipið, sum Bjarni Djurholm hevur mælt til.

? Skipið, sum fyrireikingarnevndin hevur mælt til, og sum siglur 21 míl, gongur við tungolju, sum er væl bíligari enn vanliga oljan. Tí er skipið nógv bíligari í rakstri.

Tað frættist somuleiðis, at avtala er gjørd við SEV um at at fáa tungolju.

Hetta skipið er eisini longu teknað. Harafturat hevur kenda danska felagið Knud E. Hansen, sum projekterar skipið, víst á, at í Kina kann hetta skipið byggjast fyri 255 milliónir. Tá er íroknað, at tveir mans frá Knud E. Hansen eru á skipasmiðjuni í allari byggitíðini og hava eftirlitið við byggingini.

? Tí er tað ongin sparing í at taka av tilmælinum hjá Bjarna Djurholm, tí tað skipið kostar, sum nevnt 275 milliónir.

? Men tað er ikki teknað enn, so har skal ein eykakostnaður roknast. Tað gongur heldur ikki við tungolju og tí verður tað væl dýrari í rakstri.

? Alt í alt er púra ongin sparing í at fylgja tilmælinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, serliga, tá ið vit hugsa um, at talan er um eina íløgu, sum skal halda í 30 ár.


Brúgvin til meginøkið

Ein av teimum, sum hevur verið í nevndini, sum hevur fyrireikað skipið, er Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági.

Beint nú vil hann ikki gera so nógvar viðmerkingar til smálutir í málinum .

? Men tað er ikki nakað dulsmál longur, at vit hava mælt til eitt skip, sum siglur 21 míl.

? Vit halda, at eitt slíkt skip er heilt neyðugt fyri at fáa Suðuroynna á Føroyakortið, sigur hann.

? Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er, at vit fáa eitt skip, sum siglur so skjótt, at tað veruliga knýtur Suðuroynna upp í meginøkið.

Við hesum skipinum ber tað eisini til at fáa fleiri túrar, um tað verður neyðugt.

Jógvan Krosslá sigur, at við skipinum, sum siglur 21 míl, ber til at fara úr Suðuroy klokkan 6.30 um morgnarnar og vera í Havn kl. 8. Sostatt sleppa allir suðuroyingar við flogfarinum. Skipið kann fara suðuraftur á miðdegi og vera í Suðuroy kl. 13.30. Tað gevur eisini Suðuroyingum fýra tímar í Havn til fundir ella til onnur ørindi, hóast teir eru heima aftur í hampiligari tíð. Skipið kann so fara norðuraftur kl. 17. Sostatt fáa norðoyingar eisini meiri enn tríggjar tímar í Suðuroy til at gera síni ørindi.

At enda kann skipið so sigla suðuraftur kl. 19. Sostatt sleppa allir suðuroyngar, sum koma við flogfarinum heim um kvøldið.


Eitt væla skip

Jógvan Krosslá sigur, at hetta skipið, sum nevndin hevur mælt til at byggja, er í allar mátar eitt væla skip.

? Tað hevur sama snið sum verjuskipið Triton, ið er eitt tiltikið gott sjóskip. Somuleiðis er skipið sera væl útgjørt.

Hann heldur ikki, at 300 milliónir er ov nógv at brúka upp á eitt suðuroyarskip.

? Tað er ikki meiri enn ætlanin er at brúka upp á undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð.

Hetta skipið verður okkara brúgv til meginøkið og tað má verða eitt krav, at tað lúkar tey krøv, sum suðuroyingar seta til eitt slíkt skip.

Hann vísir eisini á, at í fyrstuni, tá ið nýtt suðuroyarskip kom upp á tal, varð tosað um eina tvíkilju, sum kostaði út ímóti einari milliard. Men nú er ætlanin so enda niðri á einum vanligum skipið fyri 300 milliónir.