Suðuroyingar ongan Smyril í ein mánað

St. Ola skal avloysa Smyril, sum fer til eftirlit í næstu viku. Avloysaraskipið siglir ikki so skjótt sum Smyril og tekur minni farm og færri bilar Frá týskvøldinum í næstu viku fer ferjan St. Ola at røkja suðuroyarsiglingina fyri Smyril, sum skal til eftirlit, og sum ætlandi ikki fer aftur í sigling fyrr enn fyrst í november.

Strandferðslan sigur, at St. Ola fer at sigla eftir gomlu ferðaætlanini hjá Smyrli. St. Ola siglir ikki so skjótt sum Smyril, so túrurin millum Krambatanga og Havnina tveir tímar og 40 minuttir.

Av tí sama ber tað ikki til at hava meiri enn tveir túrar um dagin. Haraftrat tekur skipið væl færri bilar og eisini minni farm enn Smyril.

Strandferðslan sigur í tíðindaskrivi, at tað væl kann henda, at bilar og farmur koma at standa eftir á bryggjuni. Tí hevur stovnurin gjørt av at javnstilla øll, so tey fremstu í bíðirøðini hava fyrsta rætt at sleppa við.