Suðuroyingar og útisetar í Manhattan

Fríggjakvøldið spæla teir báðir Eyðun & Neil í Manhattan. Sostatt er lagt upp til eitt lívligt kvøld í spælistaðnum.

Garparnir, Neil við kassagittaranum og Eyðun við røddini, sum sigst kunna bróta gløs við sínum frekvensum, hava nevniliga ein serligan eginleika at fáa fólk í gott veitslulag.

Leygarkvøldið venda tríggir útisetar úr Jútlandi heim at spæla í Manhattan. Finnur, Ronni & Høgni spæla allir gittar og syngja trýraddað.