Suðuroyingar nú knýttir til 4G-netið

80 prosent av føroyingum hava nú atgongd til netið hjá Føroya Tele.

Loksins kunnu suðuroyingar fegnast um, at Føroya Tele hevur tendrað fyri 4G LTE fartelefonnetinum á oynni.


Tað vil siga nærum allir føroyingar, tí í fyrsti atløgu er tað bara bygdirnar Akrar, Fámjin, Froðba, Hvalba, Hov, Lopra, Sandvík, Sumba, Trongisvágur, Tvøroyri, Vágur og Øravík, ið eru lagdar aftrat listanum.


Harumframt fáa eisini íbúgvar í Húsavík, Skálavík og Stóra Dímun atgongd til 4G LTE netið hjá Føroya Tele.


Víðkanin av fartelefonnetinum merkir, at nú hava 80 prosent av øllum føroyingum atgongd til 4G LTE-netið frá Føroya Tele.