Suðuroyingar krevja at fáa rætta skipið

Suðuroyingar góðtaka ikki, at Bjarni Djurholm setir sakkunnleikan til viks, nú nýggjur Smyril skal byggjast

 

Suðuroyarsiglingin


Nú nýggjur Smyril skal byggjast, fara suðuroyingar ikki at taka til takkar við einum einum skipi, sum ikki lýkur tær treytir, sum eitt nýmótans samfelag setir til til samferðslu.

Tað varð greitt á einum fundi, sum umboð fyri kommunurnar í Suðuroynni og umboð fyri vinnulívið í oynni høvdu mánakvøldið um ætlanina at byggja nýtt suðuroyarskip.

Orsøkin til fundin er, at nú hevur ivi tikið seg upp um, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið fer at síggja út.

Nevndin, sum hevur fyrireikað byggingina, mælir til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl. Men Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, mælir landsstýrinum til at byggja eitt skip, sum siglur 19 míl.

Á fundinum í Øravík varð einmælt samtykt at senda Bjarna Djurholm skriv, har kravt verður, at tilmælið frá fyrireikingarnevndini verður fylgt.

?Hetta er einasta loysnin, sum verður góðtikin í Suðuroynni, stendur í skrivinum, sum borgarstjórarnir, Jógvan Krosslá í Vági, Finnleif Guttesen á Tvøroyri, Emma Petersen í Hovi, Elin Nielsen í Fámjin, Eli Frederiksen úr Porkeri og Jacob Vesteraard í Sumbiar kommunu, hava skrivað undir. Borgarstjórin í Hvalba, Levi Niclasen, var ikki við á fundinum, men um telefonini boðaði hann frá, at hann tók undir við málinum.

Umframt politikararnar, hava vinnulívsmenninir Heri Hjelm, Tummas Thomsen, Bjarni Hansen, Viberg Sørensen og Mikkjal Sørensen, eisini skrivað undir brævið til landsstýrismannin.

Avrit av brævinum er sent øllum hinum landsstýrismonnunum og fjølmiðlunum.


Ímóti sakkunnleikanum

Í brævinum verður víst á, at sakkunnleikin hevur mælt til at byggja eitt skip, sum siglur 21 míl. Og sakkunnleikin, tað er aldargamla danska projekteringsfelagið Knud E. Hansen, leiðslan á Strandferðsluni, manningin á Smyrli, umframt umboðini fyri vinnulívið og kommunurnar í Suðuroynni.

Hesin sakkunnleikin hevur arbeittt í hálvtannað ár við málinum. Tá ið Bjarni Djurholm so kortini mælir til eina aðra loysn, má tað tí metast sum ein undirmeting av sakkunnleikanum.

Skipið, sum sakkunnleikin mælir til, er einasta skipið, sum lýkur tey minstukrøvini, sum verða sett til samferðslu ímillum Suðuroynna og meginøkið nú og nógv ár fram í tíðina.

? Hetta er landsvegurin hjá suðuroyingum inn á meginøkið og er tí onki minni enn lívæðr okkara, siga suðuroyingar í skrivinum til Bjarna Djurholm og restina av landsstýrinum.

Tí verður staðiliga heitt á landsstýrið um at taka við teirri loysnini, sum sakkunnleimin sigur er tann rætta.


Eitt heilt annað skip

Á fundinum í Øravík varð víst á, at munurin á skipunum, sum sakkunnleikin mælir til og sum siglur 21 míl, og skipinum, sum Bjarni Djurholm mælir til, og sum siglur 19 míl, er ikki bara, at tað fyrra skipið siglur eitt sindur skjótari.

? Talan er um eitt heilt annað skip. Skipið, sum siglur 21 míl gongur m.a. við tungolju og er tí bíligari í rakstri enn enntá Smyril nú er. Hetta skipið er eisini so mikið effektivt, at tað tekur ikki meiri enn 15-20 minuttir at fáa allar bilar og alt fólk íland og at fylla tað aftur, hetta tí, at tað hevur tvey hekkuportur. Hetta skipið er eisini longu teknað. Skipið er bygt í sama sniði sum verjuskipið Triton, ið er eitt tiltikið gott sjóskip.

Verður tilmælið hjá Bjarna Djurholm hinvegin fylgt, skal skipið, sum siglur 19 míl, teknast av nýggjum og tað kostar eyka. Tað gongur ikki við tungolju og er dýrari í rakstri.

Skipið, sum siglur 21 míl kostar 300 milliónir at byggja. Men tað er eisini upplýst, at tað kann byggjast í Kina fyri 255 milliónir. Tá er íroknað, at tveir mans frá projekteringsfelagnum, Knud E Hansen, eru á staðnum í allari byggitíðini og hava eftirlitið

Skipið, sum Bjarni Djurholm er til reiðar at byggja, kostar 275 milliónir, men tað er ikki teknað enn.