Suðuroyingar kjakast um fisk

Leygarkvøldið 11 september klokkan 19.00 verður áhugaverdur, almennur fundur um fiskivinnu í Stóra Pakkhúsið í Vági. Tað er Suðuroyar Tjóðveldisfelag ið skipar fyri, og ætlanin er at leggja upp til kjak um okkara fiskivinnupolitikk og ikki minst, um okkara fiskivinnupolitikk í framtíðini.

Fyrst fer Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini, at greiða frá um søguligu gongdina í føroyskari fiskivinnu. Síðan fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at greiða frá um fiskivinnupolitikkin í dag, við serligum denti á burðardygga fiskivinnu. Og at enda fer Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður í Tjóðveldi, at leggja fram uppskotið hjá Tjóðveldi um burðardygga fiskivinnu.

Tað fer eisini at bera til hjá fundarfólkinum at seta spurningar, umframt at koma við viðmerkingum og at kjakast um hetta fiskivinnumál.