Suðuroyingar hugaðir fyri at samstarva meir

Fríggjakvøldið hittust borgarstjórarnir í Suðuroy á fundi at tosa um tættari samstarv

Samstarv

Borgarstjórarnir í teimum sjey kommununum í Suðuroy eru sinnaðir at samstarva meir.
Tað er niðurstøðan eftir ein fund ímillum borgarstjórarnar í Suðuroy Fríggjakvøldið.
Tað var Tvøroyrar Býráð, sum kallaði borgarstjórarnar í hinum seks kommununum í Suðuroy á fund.
Á fundinum skuldu borgarstjórasrnir umrøða møguleikan fyri at endurstovna felags kommunanala felagsskapin, sum var í Suðuroy fyri einum 15 árum síðani.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað vísti seg at allir borgarstjórarnir eru sinnaðir at endurstovna felagskommununa.
Nú fer so hvør borgarstjóri at leggja málið fyri sítt bý- ella bygdaráð, sum nú skulu taka støðu til málið.
Ætlanin við hesi felagskommununi er at allar kommunurnar í Suðuroy skulu samstarva og draga eina línu mótvegis myndugleikum í Havn, tá ið mál av felags áhuga eru til viðgerðar.
Felagskommuna var í Suðuroy fyri einum 15 árum síðani, men tað datt niðurfyri. fyri nøkrum árum síðani royndi Tvøroyrar Kommuna at endurskipa samstarvið, men tá var ongin áhugi fyri tí í Vágs Býráði, so tann royndin datt niðurfyri.
Men nú roynir Tvøroyrar Býráð so einaferð afturat og hesuferð tykist um um at áhugin er størri