Suðuroyingar halda seg eiga mannin

Øll valfeløgini vilja eiga nýggja landssstýrismannin, sigur løgmaður, sum staðfestir, at tað eru nógv atlit, sum skulu takast, tá ið nýggjur landsstýrismaður skal veljast. Nøvn, sum eru frammi, eru annars Jógvan á Lakjuni, tingmaður og Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag

FISKIMÁLARÁðHARRIN


Enn tykist einki røkjast fyri, at Fólkaflokkurin fer at seta nýggjan persón í sessin í Fiskimálaráðnum, sum Jørgen Niclasen fór úr, tá ið tingið hótti við misáliti. Løgmaður loysti Jørgen Niclasen úr starvinum, og formliga verður tað eisini løgmaður, sum skal seta nýggja fiskimálaráðharran. Í hesum førinum er talan um landsstýrismann úr flokkinum hjá løgmanni. Tí kundi tað hugsast, at løgmaður ikki nýttist at hugsa um so nógv ymisk viðurskifti, tá ið hann skal velja nýggja landsstðrismannin, sum hann skuldi havt gjørt, um talan var um landsstýrismann hjá einum av hinum samgonguflokkunum. Løgmaður er jú formaður í Fólkaflokkinum.
Men sambært Anfinni Kallsberg, so er nógv at hugsa um:
? Nýggi ráðharrin skal útnevnast so skjótt, sum tað ber til, men tað er eisini neyðugt hjá okkum at nýta ta tíðina, sum skal til. Vit eru ikki lidnir enn. At áhugin fyri at eiga landsstýrismannin er stórur sæst m. a. aftur í, at øll valfeløgini hava gjørt vart við, at tey halda seg eiga rætt til nýggja landsstýrismannin, sigur Anfinn Kallsberg, sum nú í knappar tvær vikur hevur verið í sessinum hjá fiskimálaráðharranum.
Løgmaður flokkar møguligu evnini til landsstýrissessin í tríggjar bólkar:
? Ein møguleiki er, at tað verður ein av tingmonnunum. Ein annar møguleiki er, at tað verður eitt umboð úr einum av valfeløgunum, og ein triði møguleiki er, at tað verður ein persónur, sum ikki hevur fingist við politikk, men sum hevur stórt innlit í fiskivinnuna, og sum verður mettur at hava hegni at røkja hetta sera avbjóðandi starvið.

Jógvan besta boðið
Hesi seinastu árini hevur Fólkaflokkurin oftast funnið landsstýrismanningina í tingbólkinum. Álítandi keldur í politiska umhvørvinum halda, at um Fólkaflokkurin hesa ferð velur at gera, sum teir hava gjørt seinastu ferðirnar, so verður Jógvan á Lakjuni nýggjur landsstýrismaður.
? Hann er avgjørt ein møguleiki. Men í prinsippinum eru allir tingmenninir góðir møguleikar fyri at gerast landsstýrismenn, sigur Anfinn Kallsberg, sum kortini ikki man rokna við, at tað longu nú er møguleiki hjá Jørgeni Niclasen aftur at gerast landsstýrismaður.
At Jógvan á Lakjuni verður hildin at vera tann av tingmonnunum, sum er mest upplagda evnið til landsstýrissess, kemst av fleiri orsøkum. Fólkaflokkurin eigur sjey tingmenn. Tveir eru valdir í Norðoyggjum, og hvørgin teirra verður landsstýrismaður, tí løgmaður er úr Norðoyggjum. Óli Breckmann er formaður í tingbólkinum og fíggjarnevndarformaður, og hann verður ikki landsstýrismaður. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er úr Suðurstreymi, og tað útilokar, at t. d. Poul Michelsen verður landsstýrismaður. Norðstreym eigur nðvaldan fólkaflokstingmann, Heðin Zachariassen, og hvørki hann ella vágatingmaðurin koma upp á tal. Tí verður sagt, at um tað verður ein løgtingsmaður, so verður tað Jógvan á Lakjuni.

Suðuroyingar vilja framat
Løgmaður minnir á, at hóast tað tey seinnu árini fyri tað mesta hava verið løgtingsmenn, sum hava umboðað
Fólkaflokkin í landsstýrinum, so hevur tað ikki altíð verið soleiðis:
? Tá ið Finnbogi Arge kom í landsstýrið, var hann ikki tingmaður, men fremstur av teimum í Suðurstreymi, sum ikki vóru komnir á ting. Eisini í sjeyti og fyrst í áttatil árunum hevði Fólkaflokkurin landsstýrismenn, sum ikki fyrst vóru fólkavaldir, minnir Anfinn Kallsberg á. Harvið sipar hann til D. P. Danielsen á Velbastað, Demmus Hentze, sum frammanundan hevði verið tingmaður fyri Sandoyar valdømi, men sum ikki varð afturvaldur og á Páll Vang á Tvøroyri, sum kom í landsstýrið, tí fólkafloksmenn í Suðuroy vildu styrkja um flokkin har suðuri. Hetta var eisini nakað, sum Óli Breckmann tók undir við í Dagblaðnum og eisini í løgtinginum, tá ið hinir báðir omanfyri nevndu eftir valið í 1978 vórðu valdir at halda fram sum umboð fyri Fólkaflokkin.
Góðar fólkaflokskeldur í Suðuroy undirstrika, sum tær áður hava gjørt í Sosialinum, og aftur í dag, at nú eru tað teir, sum eiga tørn. Boðið hjá teimum er Jacob Vestergaard á Økrum, sum er løgreglumaður. Hann var á listanum til løgtingsvalið í fjør. Hann fekk 85 persónligar atkvøður, og var næstur á listanum aftanfyri Hera Hjelm, sum var toppskorari við 131 persónligum atkvøðum. Annars hevur Jacob Vestergaard ongar landspolitiskar royndir, og harvið kennir hann ikki politiska spælið innanífrá. Men síðani eftir kommunuvalið í 2002 hevur hann verið formaður í Føroya Kommunufelag, so heilt óroyndur er hann ikki.
Fólkafloksmenninir í Suðuroy, og teir, sum halda við teimum, siga, at um flokkurin skal hugsa um at fáa umboðan úr valdøminum í løgtingið aftur, so mugu teir brúka landsstýrissessin at hjálpa sær við. Onnur í Fólkaflokkinum vísa á, at hetta er eingin trygd fyri, at flokkurin vinnur umboð. Tað eydnaðist ikki, tá ið Páll Vang var landsstýrismaður, og tað eydnaðist heldur ikki, tá ið Jákup Olsen hevði umboðað flokkin í Suðuroy í løgtinginum.

Ikki so upplagt
Løgmaður nevnir eisini møguleikan, at onkur persónur, sum stendur vinnuni nær, verður landsstýrismaður, uttan at hetta júst hevur við valfeløgini at gera. Tað er ikki greitt, hvønn ella hvørjar løgmaður hugsar um, og tað er torført at ímynda sær, at talan skuldi verið um persónar, sum eru tætt knýttir at t. d. Reiðarafelagnum, Fiskakeyparafelagnum ella Arbeiðsgevarafelagnum. Men kanska verður hugsað um onkran reiðara, og tá hevur Árni Dam á Norðskála verið nevndur. Hann hevur verið uppstillaður fyri Fólkaflokkin.
Ofta hevur verið funnist at, at kvinnurnar í Fólkaflokkinum ikki hava verið við í fremstu røð. Her er so ein møguleiki. Higartil hevur Fólkaflokkurin ongantíð havt eina kvinnu í landsstýrinum, men tað hevði av álvara verið ein uriaspostur, um ein kvinna, sum ikki hevur royndir í landspolitikki, hevði verið útnevnd til fiskimálaráðharra.
Tað ber altíð til at gita, men hesir møguleikarnir tykjast ikki at vera serliga upplagdir. Mest upplagt er tað, at tað verður ein suðuroyingur, og í tí førinum sigst mest benda á Jacob Vestergaard, ella verður tað ein tingmaður, og so verður tað Jógvan á Lakjuni.
Løgmaður sigur seg ikki vita, um nýggi landsstýrismaðurin verður útnevndur í komandi viku, ella um tað verður bíðað longri enn so:
? Vit brúka ta tíðina, sum tað er neyðugt at brúka, sigur Anfinn Kallsberg.